Viðmerkjarin hjá FM1: – Víkingur vísti til tíðir frálíkt spæl
09.08.2026Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinum Víkingur-B68 2-1 (2-1). Gert heldur, at Víkingur vísti til tíðir frálíkt spæl. Teir eru í einari góðari gongd, og eru bert tvey stig frá oddinum. Gert heldur, at B68 avrikaði eisini rættiliga væl í dag, og teir hava nakrar spennandi framrættaðar leikarar. Meir um dystin Víkingur-B68 verður at frætta í sendingini “3. hálvleikur”, ið byrjar klokkan 19.30.