Faxe Kondi Steypakappingini kvinnur
Kyndil -VÍF 29-23 (19-6)
Úrslitið 29-23 lýgur nógv um gongdina í dystinum millum kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF, sum í kvøld spældu í høllini á Hálsi í steypakappingini.
Tá ið eitt korter var spælt av fyrra hálvleiki, førdi Kyndil 10-3, og als eingi ivi var, hvør fór at vinna.
Kyndil steðgaði ikki á fyrr enn støðan var 24-8, tólv minuttir inn í seinna hálvleik. Seinastu løtuna pyntaði VÍF nógv um úrslitið, sum gjørdist 29-23 til Kyndil
Hjá Kyndli var tað enn sum áður Turið Arge, sum gekk undan at skjóta mál, og hesaferð varð tað til 10 mál, og tá skal eisini havast í huga, at hon ikki spældi seinasta korterið av dystinum. Næstbesti málskjútti hjá Kyndli var kvika Joan Johannesen á høgra veingi.
Hjá VÍF gekst illa at skora meginpartin av dystinum, og tær brendu eina rúgvu av skotum. Móti endanum skoraðu Rakul Borgarlíð Joensen og Rannvá Olsen nøkur mál, og tær skoraðu ávikavíst 6 og 5 mál í part.
H71 og VB eru hini liðini í bólki 1 í steypakappingini. Seinasta vikuskifti vann H71 39-16 á VB. Kyndil er greiður favorittur at vinna allar dystirnar í bólkinum, meðan flest øll vænta, at H71 og VÍF fara at kappast um hitt plássið í hálvfinaluni.
Dómaraseðil á heimasíðuni hjá HSF
Stigatalva Faxe Kondi kvinnur bólkur 1
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
H71 | 1 | 39 | 16 | 23 | 2 |
Kyndil | 1 | 29 | 23 | 6 | 2 |
VÍF | 1 | 23 | 29 | -6 | 0 |
VB | 1 | 16 | 39 | -23 | 0 |