VÍF gjørdist fremst í bólki 1

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Faxe Kondi steypakappingini menn, bólkur 1
VÍF – KÍF 28-25 (16-16)

Arvafíggjandarnir í Norðursteymoy spældu í kvøld dyst í steypakappingni um, hvør teirra skuldi vinna bólk 1. Bæði liðini vóru undan dystinum komin í hálvfinaluna.

Dysturin var leingi javnur, og í hálvleikinum var 16-16. KÍF kom fram um í seinna hálvleiki, áðrenn VÍF tók seg saman og vann rímiliga greitt 28-25.

Óla Jákup Gaard Olsen skoraði átta mál fyri VÍF, og Bárður Dam skoraði sjey mál fyri KÍF.

VÍF vann sostatt bólk 1, og skal nærum heilt víst møta Kyndli í hálvfinaluni, meðan KÍF sum nummar tvey skal spæla móti H71.

Dómaraseðilin á hsf.fo


Faxe Kondi steypakappingini menn, bólkur 1
Neistin – H71 2 33-20 (18-10)

Í hinum dystinum í bólki 1 vann Neistin móti H71 2 33-20. Hesin dysturin hevði ongan týdning fyri, hvør kom í hálvfinalunar.

Dómaraseðilin á hsf.fo

Stigatalva Faxe Kondi menn – Bólkur 1

DystirVunnin málTapt málStig
VÍF3104686
KÍF383744
Neistin383852
H71 23591020