VÍF í finaluni eftir ársins hondbóltsdyst móti Kyndli

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Faxe Kondi Steypakappingin Menn
VÍF – Kyndil 23-24 (13-13)
(Eftir fyrsta umdystin 25-26, Eftir annan umdyst 28-29, Eftir brotskast 32-32) (Samanlagt 63-62)

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið VÍF vann seg í finaluna i steypakappingin í manshondbólt í einari heilt ófatuliga spennandi seinnu hálvfinalu í høllini í Vestmanna.

VÍF vann fyrru hálvfinaluna í Havn 30-31, og tá ið Kyndil í kvøld vann tann ordiliga dystin 23-24, so var samanlagt javnt 54-54, og hálvfinalan mátti út í umdyst.

Í umdystinum skoraðu liðini tvær ferðir í part, og so var samanlagt 56-56, og enn ein umdystir.

Hesaferð skoraðu liðini tríggar ferðir í part, og frammvegis var javnt samanlagt 59-59.

So máttu liðini avgera hálvfinalurnar við brotskøstum, og tá brendi Kyndil tvær ferðir og VÍF bara eina ferð. Harvið var VÍF í finaluni við samlaða úrslitinum 63-62.


Talan var um ein intensan dyst úr enda í annan, og ongantíð vóru meira enn tvey mál á muni. Liðini spældi við saft og kraft og skiftust um at hava leiðsluna, og bæði liðini kunnu iðra seg um nógvar hendingar, sum kunda havt avgjørt dystin.

Kyndilsliðið er óvanliga sterkt kropsliga, og hevur verið tað liðið, sum hevur staðið seg best seinastu vikurnar í sera jøvnu landskappingini.

Teir tríggir danirnir William Skovsager, Tobias Thisen, Simon Højmark Petersen eru krútsterkir. Tað sama er Ovi Lützen, og í verjupartinum spældi Rókur Akralíð ein frálíkan dystin. Harafturat hevur Kyndilsliðið seinastu dystirnar fingið krútsterka sera góða strikuspælaran Rógv Dal Christiansen aftur á strikuna.

VÍF mátti sostatt veruliga brettu upp um ermar fyri at standa kyndilsmonnum kurl í dag, og tað gjørdu teir eisini, eftir eina annars vánaliga gongd í landskappingini seinastu tíðina.

Verjuparturin hjá VÍF var frálíkur. Menn veruliga bardust og samstarvaðu fyri at steðga ágangandi kyndilsálopunum, og tann einasti leikarin hjá Kyndil, sum VÍF veruliga hevði trupulleikar av, var William Skovsager, sum ferð eftir ferð høgdi bóltarnar beint undir tvørtræið í málið. Frálík og hørð langskot frá hesum sera góða spælara.

Bæði liðini brúktu nógva orku, men báðir venjararnir dugdu væl at brúka breiddina á liðnum, so at liðini hildu lutfalsliga høga støðið í spælinum. Tað vóru ikki nógvir beinleiðis tekniskir feilir, men onkrar vánaligar innspælingar til strikuna, og bæði liðini brendur eisini nøkur skot móti teimum báðum málverjunum, Mladen Mjerimacka hjá VÍF og Tórði Skorheim Guttesen hjá Kyndli. Teir stóðu báðir ein góðan dyst, og vóru bara skiftir til til okkurt brotskast.

Einaferð í seinna hálvleiki sá gott út hjá VÍF, sum førdi við einum máli, tá ið Kyndil fekk ein mann útvístan. Men VÍF gjørdi tvær skeivar innspælingar til strikuna, og tapti yvirtalsstøðuna, og vestmenningar fingu heldur einki burtur úr ein aðrari yvirtalsstøðu beint aftan á.

Dysturin vildi ikki avgerast fyrr enn í brotskastkappingini. Rógvi Dal Christiansen og Tobias Thiesen brendu fyrst hjá Kyndli, og so brendi Filip Jojic fyri VÍF.

Hinir skoraðu, og so kundi Tróndur Johnson, sum einki mál skorði í dystinum, senda seinasta brotskastið í málið, og so eksploderaði høllin í Vestmanna, nú stolta hondbóltsbygdin annað árið á rað hevur besta mansliðið í steypafinaluni.

Seinast vunnu teir greitt móti Neistanum. Hesaferð skulu teir spæli móti H71 í nýggju stórhøllini við Tjarnir næsta leygardag.


Her sæst brotskastið hjá Tróndi Johnson, sum sendi VÍF í Faxe Kondi Steypafinaluna 2025.

Faxe Kondi Steypakappingin Menn
VÍF – Kyndil 23-24 (13-13)
(Fyrsta umdystur 25-26, annar umdystur 28-29, brotskastkapping 32-32) (Samanlagt 63-62)

VÍF

  • Sjúrður Olsen 10 (4)
  • Dánjal Ragnarsson 6 (1)
  • Kristian Jensen 4
  • Óla Jákup Gaard Olsen 3 (1)
  • Filip Jojic 3
  • Andrias Eriksen 2
  • Fríði Holm í Innistovu 2
  • Tróndur Johnson 1 (1)
  • Djóni Bárðarson Nielsen 1
  • Bjarni Gunnarsson Jacobsen
  • Eyði Bjargarson
  • Eyðbjørn Heini Danielsen
  • Ragnar Ingdorsson
  • Mladen Mjerimacka
  • Brandur Martinsson Hansen
  • Magnus Müller

Útvísingar:

  • Kristian Jensen : 1
  • Magnus Müller: 1

Kyndil

  • William Skovsager 13 (4)
  • Tobias Thisen 6
  • Ovi Lützen 4 (1)
  • Rógvi Dal Christiansen 2
  • Høgni Klein Olsen 2 (2)
  • William Summers Nolsøe 1
  • Jákup Jørgensen 1
  • Andrias Berglíð Sólsker 1
  • Simon Højmark Petersen 1
  • Erling Erlendsson
  • Rókur Akralíð
  • Jan Pauli Toft Johannesen
  • Tórður Skorheim Guttesen
  • Jóan Pauli Patursson
  • David Edvardsen
  • Tummas Jákup Sørensen

Útvísingar:

  • Rógvi Dal Christiansen : 1
  • Ovi Lützen : 1
  • Jákup Jørgensen : 1
  • Høgni Klein Olsen : 1

Dómarar:
Hannis Wardum og Daniel Rapa