VÍF kann sjálvt tryggja sær pláss í hálvfinaluni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS-deildin menn
VÍF – H71 30-30 (15-15)

Bæði liðini kundu vunnið dystin, men eingin gjørdi. 30-30 stóð á máltalvuni, tá ið hesi bæði sera jøvnu liðini høvdu spælt í ein tíma í hesum kraftmikla og av og á væl spælda dystinum.

Hóast dysturin var javnur, og bæði liðini vóru nøkur mál framman fyri onkuntíð í dystinum. VÍF byrjaði betri. Besti leikari hjá VÍF í dag, Dánjal Ragnarsson, høgdi nøkur langskot í málið, og VÍF førdi 9-5.

H71 svaraði skjótt aftur, og hóast H71 ikki spældi heilt upp til sítt besta í dag, so kláraðu teir alla tíðina at koma aftur í aftur. Nógvar dystir í ár hava Brian Slyne og Rókur Ziskason skotið meginpartin av málunum, og seinastu tíðina hava eisini Høgni Heinason og Sakaris Sakarisson gjørt mun.

Í dag sá út til, at VÍF hevði lisið væl upp á. Málverjarnir, Mladen Mjerimacka og Bjarni Gunnarsson Jacobsen, lósu millum annað skotini frá Brian Slyne av, og Rókur Ziskason sendi nógv skot upp um.

Hinvegin so var meira breidd í málskjúttunum hjá H71 í dag, hóast teir spældu við nokk so smølum liðið, har einir tíggju leikarar skiftust um at vera á vøllinum.

VÍF brúkti hinvegin allan hópin, og nærum allir leikarar fingu rímiliga nógva spælitíð. Ingi Olsen plagdi annars ofta at vera ein venjari, sum brúkti nógv somu leikarar, men í ár hetta broytt. Møguliga er tað kappingarskipanin, sum gevur góðan møguleika til tað, tí Ingi hevur í hvussu er spælt nógvar ungar leikarar inn á liðið í ár.

Í hálvleikinum var 15-15, og í seinna hálvleik dróg VÍF spakuliga frá H71, og førdi 27-24, tá ið tíggju minuttir vóru eftir.

Venjararnir hjá H71 vóru skjótir at taka leikbrá. Verjan hjá hoyvíkingum fór heilt fram at verja. Tað órógvaði, og í málinum tók Torstein Sivertsen nøkur týðandi skot.

Skjótt var aftur javnt 27-27, og nú var tað VÍF, sum vildi tosa um støðuna. Tað hjálpti eisini, og endin gjørdist sera spennandi og dramatiskur.

VÍF kom fyrst fram um aftur. So kom H71 fram um aftur, og Høgni Højsted hjá H71 fekk beinleiðis reytt kort. Dánjal Ragnarsson brendi enn eitt brotskast, og bæði liðini brendu nógv brotskøst í dag. Dánjal náddi eisini at fáa sína tríðu útvísing og harvið reytt kort.

Við støðuni 29-30 kláraði H71 ikki at skora í sínum næstseinasta álopi. Eftir eitt leikbrá fór VÍF í álop, og Tróndur Jónsson breyt í gjøgnum og javnaði, tá ið sjey sekund vóru eftir.

H71 náddi at vinna eitt tríggjarmeturkast, tá ið tíðin var farin, men tað rakti múrin.

Við javnleikinum vann VÍF sær ein lítlan fyrimun undan seinastu umfari, sum verður spælt næsta sunnudag.

Vinnur VÍF á Kyndli í Vestmanna, enda teir nummar tvey og koma beinleiðis í hálvfinaluna. Vinnur VÍF ikki, kann H71 tryggja sær hálvfinalupláss við at vinna móti Neistanum. Eisini StÍF kann spæla seg beinleiðis í hálvfinaluna, um bæði VÍF og H71 tapa í seinasta umfari.

Fyri VÍF skoraði Dánjal Ragnarsson 9 mál í dag, og Høgni Heinason var besti málskjútti hjá VÍF við 6 málum.

Stigatalva Burndeildin

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil175174625526
VÍF175404746621
H71175204823821
StÍF175244853920
KÍF17438443-516
Neistin17427457-3014
Team Klaksvík18454617-1632