Tríggir dystir vóru í dag í Burn Deildini við monnum í dag
Burn Deildin menn
VÍF – Team Klaksvík 44-26 (19-9)
Í Vestmanna vitjaði Team Klaksvík. Klaksvíkingar komu fram um, og hildu seg frammanfyri í einar tíggju minuttir.
Men so tók VÍF sær um reiggj og vann væntaða sigurin. Hálvleiksstøðan var 19-9 til VÍF, sum vann dystin 44-26.
Toppskjútti hjá VÍF var Sjúrður Olsen við 9 málum, og hjá klaksvíkingum skoraði Jan Eli Ragnarsson 7 mal.
Burn Deildin menn
Neistin – KÍF 22-23 (11-11)
Talan var um ein sera spennandi dyst í høllini á Hálsi, tá ið KÍF vitjaði Neistan. Rasmus Søby skoraði seinasta og avgerandi málið í dystinum, tá ið 34 sekund manglaðu.
Dysturin var javnur alla tíðina, tó at bæði liðini fingu snútan fram um nakrar ferðir. Munurin var ongantíð meira enn trý mál.
Hjá Neistanum skoraði Lýðar í Dímun 8 mál og hjá KÍF skoraðu Mikkel Vinther og Tóki Friðriksson 6 mál.
Burn Deildin menn
StÍF – Kyndil 28-20 ( 11-17)
StÍF tók móti Kyndilsmonnum í høllini á Skála í dag. Eftir nakrar javnar minuttir, fór Kyndil fram um, og helt seg framman fyri restina av dystinum.
Í hálvleikinum førdi Kyndil so greitt sum 17-11. Men tað eydnaðist StÍF at fáa spenning í dystin aftur, og tá ið fýra minuttir vóru eftir at spæla, var bara eitt mál á muni, 26-25 til Kyndil.
Nærri kom heimaliðið ikki, og Kyndil fór suður aftur til Havnar við einum 30-28 sigri.
Jóannes A. Prestá skoraði 8 ferðir fyri StÍF og Tobias Thisen skeyt 10 mál fyri Kyndil