

VÍF-málverjin: Gott tað eydnaðist móti Neistanum á heimavølli
02.04.2026VÍF vann í FM-fjórðingsfinaluni í Vestmanna 28-25 (13-11) á Neistanum, og sleppur sostatt at spæla FM-hálvfinalur. Í samrøðu við Pætur Nolsøe fegnast VÍF-málverjin, Brandur Silvurstein um, at tað hesaferð koppaði tað til VÍF móti Neistanum á heimavølli. Brandur staðfestir, at hann var fjálturstungin undan dystinum í dag. Fremst í ljóðbrotinum hoyra vit Pætur Nolsøe siga frá dystarendanum. MYND: Handballstatz.














