Við einum greiðum 33-26 sigri móti oddaliðnum Kyndli, tryggjaði VÍF sær pláss í hávlfinaluni í landskappingin í manshondbólti.
Tað gekk javnt á fyrst tjúgu minuttirnar, tá ið støðan var 10-10. Men seinastu tíggju minuttirnar fyri steðgin fór VÍF fram um 20-13, og dysturin var í roynd og veru avgjørdur.
Kyndil kláraði ongantíð at svara aftur, og málmunurin var ongantíð minni enn seks mál í seinna hálvleiki. VÍF vann dystin 33-26.
Fyri VÍF skoraði Sjúrður Olsen 8 mál og fyri Kyndil gjørdi William Skovsager 7 mál.
H71 tryggjaði sær triðja plássið við 26-30 sigri móii Neistanum í høllini á Hálsi. Eingin dómaraseðil er tøkur frá dystinum.
StÍF tryggjaði sær eisini triðja plássið 33-26 sigri móti KÍF. Leingi leikaði javnt á, og hálvleikinum var støðan 14-13.
Fyrst í seinna hálvleiki gekk eisini javnt á, men frá støðuni 16-16 skoraði StÍF fimm mál rað, hóast teir eisini fingu fleiri útvísingar hesa løtuna.
So var dysturin avgjørdur, og spenningur kom ongantíð dystin aftur. Trúgvi Hávardsson skoraði 7 mál fyri StÍF, og teir tríggir Fríði Weyhe, Mikkel Vinther og Emil Nielsen skoraðu fimm ferir fyri KÍF
Niðanfyri sæst endaliga stigatalvan í grundspælinum í Burndeildini. Kyndil og VÍF er komin beinleiðis í hálvfinalurnar.
H71 spælir móti Neistanum í fjórðingsfinaluni, og StÍF og KÍF møtast í hinari fjórðingsfinaluni.
Dystirnir eru ikki endaliga lagdir, men eftir álmanakkanum hjá Hondbóltssambandinum verða dystirnar leiktir soleiðis:
Í fjórðingsfinaluni spæla liðini bara ein dyst, og verða fjórðingsfinalurnar spældar í vikuni frá 31. mars til 6. apríl.
Í hálvfinalunum spæla liðini best av trimum dystum. Hálvfinalurnar verða leiktar frá 7. apríl til 20. apríl.
Í sjálvari FM-finaluni spæla liðini best av fimm dystum, og verða finalurnar spældar í tíðarkeiðnum frá 14. apríl til 4. mai.
Stigatalvan í Burndeildini
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 18 | 543 | 495 | 48 | 26 |
VÍF | 18 | 573 | 500 | 73 | 23 |
H71 | 18 | 550 | 508 | 42 | 23 |
StÍF | 18 | 554 | 509 | 45 | 22 |
KÍF | 18 | 462 | 473 | -11 | 16 |
Neistin | 18 | 453 | 487 | -34 | 14 |
Team Klaksvík | 18 | 454 | 617 | -163 | 2 |

