VÍF tvey stig við úr Hoyvík

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Burndeildin
H71 – VÍF 28-32 (13-17)

Tað var við buldur og brak, tá ið menninir hjá H71 og VÍF spældu í Hoyvík í dag. Nógvir ungir menn eru á báðum liðum, og tað var týðiligt, at tað er ung orka í hesum monnunum.

Ferð var á spælinum frá byrjan, og serliga VÍF við Sjúrði Olsen á odda byrjaðu væl. Sjúrður Olsen er uttan iva millum allar bestu skjótálopsleikarar í landinum, og saman við hinum hjá VÍF fekk hann nógv mál upp á skjótálop fyrsta partin av dystinum.

Tað eyndaðist VÍF at koma avgerandi fram um í fyrra hálvleiki, og H71 kom ongantíð aftur nær við at vinna dystin.

Brian Slyne var ikki við í dag, og tað var sjálvandi saknur í einum so góðum leikara. Rókur Ziskason tók stóra árbyrgd, men eisini Høgni Heinason við síni stillu medferð skoraði nógv mál. Størsti trupulleikin hjá H71 í dag var helst, at teir brendu ov nógvar møguleikar, tá ið Mladen Mjerkimacka ferð eftir ferð bjargaði góðum møguleikum.

Hjá VÍF var liðið fullmannað í dag, og tað sær út til, at breiddin hjá VÍF er nokk so stór. Nógvir evnaríkir ungir leikarar, og so nógva rutinu í Sjúrði Olsen, Mladen Mjerimacka, Filip Jojic og Dánjal Ragnarsson. Ein góð blanding, sum í seinasta enda kann røkka langt.

VÍF helt, sum sagt, munin allan dystin. Tað gjørdist kortini eitt sindur rokaligt til endans, og Dánjal Ragnarsson og Eyðbjørn Heini Danielsen hjá VÍF fingið beinleiðis reytt kort fyri harðar takklingar. Beint fyri tíð fekk eisini Sjúrður Seyer Hjaltason hjá H71 beinleiðis reytt kort.

H71 royndi seinastu fimm minuttirnar at fara heilt fram at verja, og tvær ferðir vóru trý mál á muni. Men endin var, at VÍF vann uppiborið, og er í løtuni nummar trý. H71 hevur ikki enn fingið ordiliga gongd á, men ungu leikararnir mennast hvønn dyst, og hvør er evnaríkari enn annar.

Hjá H71 skoraðu Høgni Heinason og Rókur Ziskason sjey mál hvør, og hjá VÍF skoraði Sjúrður Olsen níggju mál.

Dómaraseðil á hsf.fo


Stigatalva í Burndeildini

DystirVunnin málTapt málMunurStig
StÍF113433053816
Kyndil113233051815
VÍF113583124614
H7111331322911
KÍF11281284-311
Neistin11289282711
Team Klaksvík12300415-1150