,

VÍF vann dystin um Norðurstreymoy

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Burndeildin menn
KÍF – VÍF 22-28 (10-13)

VÍF vann móti KÍF í Kollafirði í kvøld. VÍF byrjaði nógv betri, og tað gingu tíggju minuttir áðrenn KÍF skoraði. KÍF kom tó skjótt við í dystin aftur, og í hálvleikinum var 10-13 til VÍF.

KÍF var betri fyrst í seinna hálvleiki og var eina løtu frammanfyri. VÍF var tó drúgvari, og vann greitt og uppiborið 22-28.


KÍF skoraði einki mál fyrstu tíggju minuttirnar, og tá var 0-4 til VÍF. Mladen Mjerimecka stóð væl í málinum hjá VÌF, og í álopinum fekk VÍF nøkur mál við eitt sindur skiftandi manning á bakplássunum, hóast tað ikki altíð var so lætt at koma gjøgnum verjuna hjá KÍF.

Milenko Jelic Jelkan stóð ikki so væl í málinum hjá KÍF, sum hann ofta ger, og tí fekk VÍF fleiri ferðir mál á markinum til drál.

Tórur Joensen skoraði fyrsta málið fyri heimalíðið, tá ið ellivu minuttir vóru spældir. Men VÍF steðgaði ikki so. Teir hildu fram at verja væl, og nú skoraðu teir eisini mál upp á skjótálop.

Tað varð kortini ikki verri enn ilt hjá KÍF, og tá ið tjúgu minuttir vóru spældir var 4-9 til vestmenningar.

Kolfirðingar høvdu eisini fleiri púra leysar møguleikar at minka um munin, men Mladen helt fram at hava ein av sínum góðu døgum í málinum. Tí bilti ikki í fyrsta umfari hjá VÍF, at teir eina løtu gjørdu nakrar tekniskar villur og mistu nakrar bóltar.

VÍF helt tó fram at gera feilir og Kollfirðingar fóru eisini spakuliga at skora betri. Milenko fór at líkjast sær sjálvum og bjargaði meira og meira. Í hinum endanum kom Bjarni Gunnarsson Jacobsen í málið, og hann tók eisini nøkur góð skot hjá KÍF, og hevði hann ikki gjørt tað, so hevði KÍF kanska verið upp aftur nærri enn 10-13 í steðginum.

KÍF minkaði beinanvegin í seinna hálvleik niður í 12-13, og eftir at ein á bonkinum hjá KÍF fekk tveir minuttir, fekk VÍF tvær ferðir tveir minuttir, og tá ið seks minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki stóð 14-14 á máltalvuni. KÍF kom eisini fram um 15-14, og hevði munin eina løtu, tó ongantíð meira enn eitt mál.

Hjá VÍF gekk einki hesa løtuna. Teir funnu einki hol í sterku verjuni hjá KÍF, og tað var ofta lætt hjá Milenko at bjarga skotunum. Hann fann eisini tær stóru bjargingarnar fram, og serliga á veinginum stongdi hann málið.

VÍF fekk spakuliga bilbukt á verjuspælinum. Kristian Jensen gjørdi mun, tá ið hann kom inn í verjuna. Hann fangaði einar tveir bóltar, og skoraði eisini í hinum endanum. VÍF fekk eisini nøkur bílig mál upp á skjótálop, og brádliga hevði VÍF munin og førdi 17-19.

KÍF tók leikbrá og royndi seg við sjey í álopinum. Tað hjálpti, men trupuleikin var, at tað eydnaðist hvørja ferð hjá VÍF at fáa bóltin í tóma málið, og VÍF kom fram um 18-23, tá ið níggju minuttir manglaðu.

Kollfirðingar royndu alt teir áttu at koma inn í dystin aftur, men í málinum hevði Mladen avgjørt, at soleiðis skuldi ikki verða í dag, og VÍF vann dystin 22-28.

Sum heild var hetta ein hondbóltsdystur, sum skjótt fer í gloymibókina. Hondbóltsspælið var so sum so. Bæði liðini gjørdu rímiliga nógv mistøk, og málverjarnir vóru teir einastu, sum spældu nøkulunda hendan dystin, serliga Mladen Mjerkmecka hjá VÍF.


Mynd: Gylvi Fritsson – gylvi.fo


Burndeildin menn
KÍF – VÍF 22-28 (10-13)

KÍF:

Málskjúttar:

  • Emil Nielsen 4
  • Hans Eli Sigurbjørnsson 3
  • Nicklas Selvig 3
  • Tóki Friðriksson 3
  • Fríði Weyhe 2
  • Mikkel Vinther 2
  • Milenko Jelic Jelkan 1
  • Jón Suni Kjærbæk 1
  • Tony Hammer Weyhe
  • Rói Borum Davidsen
  • Karstin í Húsinum
  • Bárður Dam
  • Dánjal Reinert
  • Rúni Joensen
  • Leivur Joensen

Útvísingar:

  • Tóki Friðriksson: 2
  • Emil Nielsen: 1
  • Milenko Jelic Jelkan: 1
  • Tony Hammer Weyhe: 1
  • Rúni Joensen 1

VÍF:

Málskjúttar:

  • Tróndur Johnson 5
  • Sjúrður Olsen 5
  • Kristian Jensen 4
  • Andrias Eriksen 4
  • Filip Jojic 3
  • Djóni Bárðarson Nielsen 2
  • Óla Jákup Gaard Olsen 1
  • Fríði Holm í Innistovu 1
  • Dánjal Ragnarsson 1
  • Magnus Müller 1
  • Eyðbjørn Heini Danielsen 1
  • Bjarni Gunnarsson Jacobsen
  • Jákup Andreas Funn Joensen
  • Mladen Mjerimacka

Útvísingar:

  • Óla Jákup Gaard Olsen: 1
  • Djóni Bárðarson Nielsen: 1

Dómarar:

Hannis Wardum og Thomas Juul Thomsen