VÍF vann í Klaksvík

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Burndeildin menn
Team Klaksvík – VÍF 25-38 (11-17)

VÍF gjørdi sína skyldu og vann dystin móti Team Klaksvík í kvøld.

Eftir eina rímiliga javna byrjan fór VÍF spakuliga frá Team Klaksvík, og í hálvleikinum var 17-11 til VÍF.

Gongdin helt fram í seinna hálvleiki, og endin var, at VÍF vann dystin 38-25.

Team Klaksvík hevur framvegis einki stig fingið hetta kappingarárið, meðan VÍF er millum tey seks liðini, sum fara at spæla í FM-finaluumfarinum í apríl.

Fyri Team Klaksvík skoraði Jens Pauli Poulsen 8 mál harav 4 upp á brotskast. Hjá VÍF skoraði Sjúrður Olsen 6 mál, tvey upp á brotskast.

Skermmynd frá live.hsf.fo

Dómaraseðilin á hsf.fo


Stigatalva Burndeildin

DVT+/-Stig
Kyndil133743472719
StÍF133973633418
VÍF134193625716
H71133893652415
KÍF13336337-113
Neistin13328338-1011
Team Klaksvík14351482-1310