Faxe Kondi steypakappingini kvinnur, bólkur 1
VÍF – VB 36-14 (22-7)
Júst sum væntað vunnu kvinnurnar hjá VÍF lættliga á VB, tá ið vágskvinnur í kvøld vitjaðu í Vestmanna.
Tað var ongantíð nakar sum helst ivi um úrslitið. Eftir hálvanfjórða minutt var 5-0 til VÍF. Í steðginum var 22-7, og dysturin endaði 36-14.
Hjá VÍF skeyt Fríða Nolsøe Olsen 8 mál, og fyri VB skorað Tórun Vilhelm og Krista Mohr Leo fýra ferðir.
Sigurin hjá VÍF hevur við sær, at um ikki H71 óvæntað vinnur móti Kyndli í annaðkvøld, so skulu H71 og VÍF spæla avgerandi dyst 12. januar í høllini í Hoyvík.
Stigatalva Faxe Kondi kvinnur – bólkur 1
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Stig | |
Kyndil | 1 | 29 | 23 | 2 |
VÍF | 2 | 59 | 43 | 2 |
H71 | 1 | 39 | 16 | 2 |
VB | 2 | 30 | 75 | 0 |