Víkingur fekk sera gott lutakast

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Víkingur skal spæla móti Lincoln Red Imps FC úr Gibralgar í fyrsta undanumfari í Champions League. Fyrri dysturin verður á heimavølli 8. ella 9. juli. Seinni dysturin verður 15. ella 16. juli niðri í Gibraltar.

Hetta má metast at vera eitt sera gott lutakast hjá Víkingi, tí Lincoln var helst veikasta liðið av teimum styrkismettu liðunum.

Bolt. fo skrivar, at vinnur Víkingur samlað, er Víkingur minst í play-off í Conference League.

Tapir Víkingur, leypa teir 2. umfar í Conference League um. Tískil er Víkingur longu tryggjað at koma til 3. umfar í Conference League.

Lutakastið var á høvuðssætinum hjá UEFA í Nyon í Sveis í dag.