Víkingur í evropeiska eldin í kvøld

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Víkingur skal í kvøld sum fyrsta føroyska liðið í ár spæla evropeiskan fótbólt.

Víkingur spælir í kvøld klokkan 19.00 í Klaksvík móti Lincoln Red Imps FC úr Gibraltar. Talan eru um dyst í 1. umfari í Champions League.

Meistararnir úr Víkingi hava spælt seg nakað upp eftir eina stak vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Í kvøld verður eisini brúk fyri at spæla væl og leggja gott grundarlag á heimavølli, áðrenn farið verður niður til Gibraltar, har tað helst verður trupult at fáa eitt gott úrslit. Hjá Víkingi er so at siga allir mans klárir.

Megnar Víkingur at spæla seg víðari, er møguleikin fyri at koma í eitt bólkaspæl rættiliga góður. Bolt. fo skrivar, at vinnur Víkingur samlað, er Víkingur minst í play-off í Conference League.

Tapir Víkingur, leypa teir 2. umfar í Conference League um. Tískil er Víkingur longu tryggjað at koma til 3. umfar í Conference League.

Í pengum hevur Víkingur sambært bolt.fo tryggjað sær 8,7 milliónir . Vinnur Víkingur samanlagt á Lincoln, so fær Víkingur eina minstu upphædd á 12,8 milliónir fyri at koma til play-off. Tað merkir, at dysturin móti Lincoln hevur eitt virði á 4,1 milliónir krónur.