Víkingur sigur farvæl við enn ein lyklaspælara.
Bergur Gregersen váttar fyri FM1, at hann fyribils gevst at spæla fótbólt, tí hann hevur fingið ein kjans við Akrabergi, sum væntandi landar í Fuglafirði hóskvøldið. Og tá Akraberg fer nýggjan túr, verður Bergur Gregersen við, nú hann hevur fingið kjans við verksmiðjutrolaranum úr Fuglafirði.
– Hetta var ein møguleiki, sum eg ikki kundi siga nei til. Hetta hevur ikki verið ein løtt avgerð, men hetta er nakað, eg havi hugsað um nú í eina tíð, sigur Bergur Gregersen.
Bergur Gregersen, sum í november í fjør annars longdi sín sáttmála við Víkingi við tveimum árum, hevur spælt í miðverjuni í Víkingi, eftir at Gunnar Vatnhamar bleiv seldur til Íslands, men hevur fyri tað mesta spælt á vinstra bakki hjá teimum ljósabláu úr Eysturkommunu.
Venjarin hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen, sigur í stuttari viðmerking, at hetta er ein smeitur fyri felagið, men at Víkingur ikki fer út at finna ein avloysara fyri Berg.
– Vit fara ikki út at finna ein avloysara. Eg trúgvi upp á teir ungu her í felagnum. Vit hava ein stóran hóp av ungum spælarum her í Víkingi, so tað verður ein av okkara lokalu, sum fer at fáa møguleikan, sigur Víkinga-venjarin við FM1.
Hetta er fjórði lyklaspælarin, sum Víkingur missir í ár. Frammanundan eru Bárður J. Hansen, Noah Mneney og Gunnar Vatnhamar givnir ella farnir úr felagnum.
Víkingur er í løtuni á fjórða plássi í Betri Deildini, men hevur spælt ein dyst meira enn 07 Vestur, ið er á fimta plássi. Tí kann roknast við, at tað stríðið um seinasta evropeiska atgongumerkið fer at standa ímillum Víking og 07 Vestur í ár, og har eru fortreytirnar nú vorðnar verri hjá Víkingi, nú felagið úr Eysturkommunu missir enn ein stuðulsspælara.