Víkingur spælir í kvøld klokkan 16.30 seinna dystin í 1. undanumfari í Champions League móti Lincoln niðri á Gibraltar.
Víkingur tapti fyrra dystin 3-2 í Klaksvík, og má tí vinna dystin í kvøld fyri at hava nakran møguleika at koma víðari til 2. undanumfar.
Í fyrra dystinum spældi Víkingur ein vánaligan fyrra hálvleik, og eitt skiftið var Víkingur aftanfyri 3-1, men megnaðu at minka til 3-2 fyri steðgin. Í seinni hálvleiki líktist Víkingur meira sær sjálvum, stríddist fyri hvørjum bólti og hevði leikliga yvirvág. Tað eydnaðist kortini ikki at skora nakað mál.
Dysturin á útivølli í kvøld er í útgangsstøði truplari enn fyrri dysturin, og tí má Víkingur finna sama stríðsvilja, sum teir vístu í seinna hálvleiki í fyrra dystinum.
Tað eru eisini nógvir pengar upp á spæl í kvøld. Um Víkingur kemur víðari tryggja teir sær sambært bolt.fo 4,1 milliónir krónur afturat teimum 8,7 milliónir, sum felagið fær fyri at vera við í Champions League.
Kemur Víkingur víðari, skulu teir spæla móti serbisku meistarunum, Crwena Zwedsta (Reyðu Stjørna), í øðrum undanumfari í Champions League.
Tapir Víkingur, leypa teir 2. umfar í Conference League um. Tískil er Víkingur longu tryggjað at koma til 3. umfar í Conference League.
Víkingur skrivar, at dysturin verður vístur á stórskíggja í Syðrugøtu, á torginum omanfyri sandin.
Tað ber eisini til at keypa sær atgongd til dystin at stroymingstænastuni Onefootball
Mynd: Sverri Egholm