,

Víkingur vann ársins Fair Play heiðursløn

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Víkingur vann heiðurslønina fyri Fair Play í Betri deildini hjá monnum hetta kappingarárið. Heiðurslønin verður latin til tað felagið, sum hevur fingið fæst gul kort og reyð kort farna kappingarár. 

Tað er fótbóltssambandið, sum letur heiðurslønina. Forsetin í FSF, Christian Andreasen handaði heiðurin til Atla Gregersen, liðformann hjá Víkingi.