Víkingur vann – FC Suðuroy spældi væl

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Betrideildin menn:
FC Suðuroy – Víkingur 1-2 (0-0)

Føroyameistararnir Víkingur eru um at finna seg sjálvar eftir sera vánaligu byrjanina upp á kappingárið.

Í dag vunnu teir trupla útidystin móti FC Suðuroy í Vági 2-0, og nú nærkast Víkingur veruliga B36 og HB, sum bæði taptu í gjár. Víkingur er nú nummar fimm og hevur nú 11 stig fyri 8 dystir, meðan HB á triðja plássið hevur 15 og B36 á fjórða plássi hevur 13 stig. Komandi umfar tekur Víkingur móti HB í Sarpugerði.

Leikliga var dysturin javnur. Men Víkingur var hvassari framman fyri málið. Bara sjey minuttir vóru spældir, tá ið Jákup Johansen Víking fram um, og níggju minuttir inn í seinna hálvleiki staðfesti Sølvi Vatnhamar sigurin.


Stigatalva Betrideildin menn

DVJTMFMMStig
1NSÍ88004063424
288003032724
3HB85031819-115
4B3684131413113
5Víkingur832388011
6EB/Streymur8314917-810
7B688215720-137
8FC Suðuroy8206316-136
9TB8125824-165
1007 Vestur8017718-111