Steypakappingin um Løgmanssteypið, fyrra hálvfinala
B68 – Víkingur 0-2 (0-0)
Víkingur er væl ávegis í steypafinaluna eftir ein góðan 2-0 sigur móti B68 á Toftum.
Dysturin var ógvuliga tamur, fyri ikki at siga tannleysur, og í fyrra hálvleiki var valla skot móti málunum.
Í seinna hálvleiki hevði B68 leingi bóltin eitt sindur meira, men Víkingi so líkt, so dugdu teir sera væl at liggja og bíða, og B68 hevði ikki ein einasta veruligan málmøguleika í dystinum.
Sum seinni hálvleikur leið, og dysturin fóru út um teir 70 minuttirnar, fór møðin at spakuliga gera um seg, og verjustrukturarnir gjørdust meira leysir í tí.
Víkingur tók nú spakuliga yvir spælið, og tá ið eitt lítið korter var eftir, setti Olaf Bárðarson fer á vinstrumegin, Ingi Jonhardsson kom í yvirlappi og legði bóltin inn í høvdið á Poul Kalsberg og so var 1-0 til Víking
Dysturin var framhaldandi tamur, og sá út til at fara at enda 1-0. Men tá ið farið var inn í yvirtíðina, endaði bólturin hjá innskifta Árna Atlason, sum úr ein 20-25 metrum beindi bóltin við innaru síðuni upp í málhornið, so so var 2-0.
Harvið hevur Víkingur sera gott útgangastøði undan seinnu hálvfinaluni. Men vit hava áður sæð B68 undir Jákup á Borg stríða seg úr nærum vónleysum støðum, so hvør veit.
Seinna hálvfinalan verður týskvøldið 17. juni klokkan 18.30.