Vinnulívið, sum hevur ætlan at lata ein MR-skannara til Klaksvíkar sjúkrahús, hevur sett fram ynski um, at skannarin eisini kann brúkast til privata praksis, tá sjúkrahúsverkið ikki brúkar hann.
Men í síðstu viku segði landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, í samrøðu við Kringvarpið, at einki privat læknavirksemi er í føroyska heilsuverkinum, og slíkt virksemi skal heldur ikki vera í heilsuverkinum. Tí fer heilsuverkið ikki at taka treytaleyst ímóti gávuni frá vinnulívinum í nærumhvørvinum, men skal heilsuverkið taka ímóti gávuni, so vil landsstýriskvinnan hava eitt tilmæli um tess.
Hetta hevur nú fingið Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum at seta landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stórá, ein fyrispurning, hvørt hon ætlar sær at seta ein arbeiðsbólk, ið skal gera tilmæli um ætlaða skannaran til Klaksvíkar sjúkrahús.
– Sambært heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum, so eru fólk vælkomin at geva Landssjúkrahúsinum gávur. Tey kunnu flyta pengar á eitt uppgivið kontunummar, og gávur til Landssjúkrahúsið kunnu avgreiðast við deildarleiðara ella depilsleiðara. Á heimasíðuni stendur onki um gávur til Klaksvíkar sjúkrahús. Nú sýnist tað sum ein gáva til Klaksvíkar sjúkrahús er komin sera illa við hjá landsstýrismanninum í heilsumálum, skrivar Elsebeth Mercedis millum annað í viðmerkingunum til fyrispurningin.
Hon vísir á, at hendan støðan hjá sitandi landsstýri móti Klaksvíkar sjúkrahúsi fyllir rættiliga nógv hjá íbúgvunum norðanfyri.
– Teir mugu tí fáa greitt at vita, hvat landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar við Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tað eru nógvir ósvaraðir spurningar.
Eisini vísir hon á, at tað er stórur tørvur á einum tílíkum skannara, ið kann gera stórt gagn hjá nógvum fólki.
– Vit mugu gera alt fyri at stytta bíðitíðina. Fólk doyggja hvønn dag av krabbameini, sigur hon.