Tú lurtar eftir

Vil hava landsstýrismálanevndina at kanna Aksel og Høgna

19.06.2023

Landsstýrismálanevndin hevði fund fyrrapartin í dag, og sambært Kringvarpinum snúði fundurin seg um, at Bárður á Steig Nielsen, formaður í sambandsflokkinum, vil hava nevndina at kanna, um Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hava borið fram skeivar upplýsingar í sambandi við arbeiðið at seta í verk herd tiltøk móti Russlandi. Landsstýrismálanevndin hevur til endamáls at hava eftirlit við, um løgmaður og landsstýrisfólk hansara halda seg innan lógarinnar karmar, og sambært stýrisskipanarlógini kann landsstýrismálanevndin krevja av løgtingsformanninum, at hann setir ein kanningarstjóra at kanna landsstýrisfólkini, um illgruni er um, at tey ikki hava borið seg rætt at. Í landsstýrismálanevndini sita Bárður á Steig Nielsen, Hanna Jensen og Hans Jacob Thomsen, sum eisini er formaður. Sambært Kringvarpinum fer landsstýrismálanevndin at kanna málið nærri, áðrenn tað fæst at vita, um hon tekur tað til viðgerðar.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Stjórnin – Politikkur á skák (ljóð)

Hvat hoyrist á vatnrørunum? Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen eru fastir í panelinum hjá Árna Gregersen. Stjórnin – politikkur á skák verður send hvønn mikudag eftir tíðindini kl. 17.

Allar sendingar í røðini
Stjórnin

Vit og Trump

12.02.2025
Stjórnin: øðrvísi enn vanligt

Stjórnin í kvøld var nakað øðrvísi enn vanligt, og gomlu menninir vóru skiftir út við yngri menn. Gestir hjá Á…

29.01.2025
Stjórnin

Forsetin tikin í eið í USA. Lívligt prát í studio

22.01.2025
Stjórnin

Trump, fíggjarstøðan

15.01.2025
Stjórnin

Viðgjørdu støðuna í norðuratlantshavi.

09.01.2025
Stjórnin – politikkur á skák

Fíggjarlógin. – Suðuroyartunnilin, vegaføring, hvat og hvussu.

18.12.2024
2024-12-11 – Stjórnin

KVF stjórin. – Fíggjarpolitikkur hjá landinum.

11.12.2024
Stjórnin – politikkur á skák

Landsstýriðsmálanevndin – Suðuroyarlinjuføring – KVF stjórin koyrdur.

04.12.2024
2024-11-27 – Stjórnin

Russlandsssáttmálan – USA.

27.11.2024
Stjórnin nr. 70 – Suðuroyartunnilin, Russlandssáttmálin, kommunuvalið og val av borgarstjórum

Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariassen mannaðu panelið í Stjórnini hesaferð. Vertur: Árni Gregersen. Til viðg…

20.11.2024
2024-11-13 – Stjórnin

Kommunuvali 2024 runt landi var evni.

13.11.2024
Stjórnin nr. 68 – Forsetavalið í USA, nýggj forkvinna í Tjóðveldi og kommunuvalið

Forsetavalið í USA, nýggj forkvinna í Tjóðveldi og komandi kommunuvalið vóru evnini í Stjórnini hesaferð. Pane…

07.11.2024
2024-10-30 – Stjórnin

Hvør forkvinna tekur yvir í Tjóðveldiðsflokkinum. – Russarasáttmálin.

30.10.2024
2024-10-23 – Stjórnin – politikkur á skák

Evni: Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, tilvitað ella av grovum ósketni hevur sagt ósatt f…

23.10.2024
2024-10-16 – Stjórnin – Politikkur á skák

Evnir: Fíggjarlógin – Búskaparliga støðan

16.10.2024
2024-10-09 – Stjórnin

Evnir: Ingilín – Kommunuval

09.10.2024