, ,

Vilja gera tað ‘lættari og betri at vera familja’

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Fólkaflokkurin boðar frá at hann fer at leggja fram tað hann kallar ‘Familjupakkin’ við uppskotum um “hvussu tað fíggjarliga og sosialt skal gerast lættari og betri at vera familja í Føroyum.”

“Vit hava seinastu árini sæð eina keðiliga í gongd í føroyska samfelagnum,” viðmerkti flokkurin. “Færri børn verða fødd, og fleiri ung fara av landinum. Orsøkirnar til hesa gongd eru helst samansettar. Tó má politiski myndugleikin altíð gera sítt til at basa hesum.”

“Fyri stuttum kunngjørdu vit ein familjupakka,” varð víðari sagt, “sum innihelt fleiri uppskot um hvussu tað fíggjarliga og sosialt skal gerast lættari og betri at vera familja í Føroyum. Í tí sambandi hava vit fingið rættiliga nógvar spurningar og viðmerkingar um familjupakkan.”

Øll hava møguleikan at koma við viðmerking, spurningum og atfinningum um familjupakkan, verður undirstrikað.

“Vit vilja meira enn fegin fáa afturmeldingar,” varð upplýst. “Tí skipa vit fyri almennum fundi á Hotel Hafnia týskvøldið 22. oktober kl. 18.”