Viljormur Davidsen: – Tað virkaði sum alt fór teirra veg
23.07.2026Aftaná 0-2 (0-0) tapið hjá NSÍ í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League móti Koper fekk Rúni á Reynatrøð orðið á Viljorm Davidsen, ið staðfesti: – Tað virkaði sum alt fór teirra veg. Tá sipar Viljormur til ivasomu dómaraavgerðirnar við reyðum korti, kolldømdum máli o.a. støður. Viljormur er tó vónríkur um, at NSÍ kann avrika væl á útivølli í Slovenia um eina viku.