Viljormur: – Flott av einum vinstra bakki at skjóta átta landsliðsmál
13.11.2026Í samrøðu við Trygva Absalonsen var fyrri føroyski málskjúttin í 2-2 javnleikinum móti Slovakia í Kosice, Viljormur Davidsen sum skoraði upp á brotsspark, at hann við átta málum hevur skotið líka nógv landsliðsmál sum Uni Arge. Tað heldur Viljormur er flott av einum vinstra bakki. Viljormur hevur rokkið 97 dystum, og nú fer hann at stríðast at røkka 100 landsdystum. Hann heldur, at tað fínt, at Føroyar mugu vinna á Moldova mánadagin, tí so er einki at goyma seg aftanfyri.