,

Viljormur trívist væl sum vongbakkur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Trygvi Absalonsen hitti í dag liðskiparan á fótbóltslandsliðnum, Viljorm Davidsen, niðri í Skopje í Norðurmakedonia undan landsdystinum móti Norðurmakedonia sunnudagin klokkan 14 føroyska tíð.

Viljormur Davidsen sigur, at tað hevði verið fantastiskt endan nummar tvey í bólkinum og sloppið at spælt avgerandi dyst fyri at flyta upp í deild B í Nations League.

Hann sigur eisini, at hann trívist væl í leiklutinum sum vinstri vongbakkur í fimm mans verjuni, sum Eyðun Klakstein hevur ført inn á landsliðið hesar báðar dystirnar.

Lurta eftir allari samrøðuni við Viljorm Davidsen niðanfyri