,

Viljormur veit ikki um hann verður liðskipari

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nú Hallur Hansson er við í landsliðshópinum aftur, spyrst sjálvandi spuringurin, um hann verður liðskipari aftur, ella um Viljormur Davidsen heldur fram.

Tá ið Trygvi Absalonsen frá FM1 hitti Viljorm Davidsen í gjár, visti hann ikki, um hann skal halda fram sum liðskipari.

– Tað veit eg ikki. Eg var so biðin at vera liðskipari, tá ið Hallur Hansson var vekk, og tað hevur verið ein æra. Tað má tað nýggja venjaratoymið taka støðu til, segði Viljormur Davidsen.

Hann letur annars væl at fyrireikingunum til dystirnar móti Armenia og Norðurmakedonia.

– Fyrireikingarnar hava verið góðar. 15 av okkum hava verið í Føroyum og vant. Vit hava fingið góða hjálp frá nøkrum U21-spælarum, so at vit kunnu byrja upp á nøkur ting, sum tað nýggja venjaratoymið hevur ætlanir at gera.

– Vit hava havt fýra venjingar. Tær hava verið øgiliga gevandi. Eyðun og Atli hava tikið fatt í tey tingini, teir ætla at arbeiða við. So vit í Føroyum eru fyrireikaðir, og nú tá ið vit fara at hava fyrstu venjing her, er tað lættari hjá teimum sum spæla uttanlands, at vit hava fingið tað fyrstu frágreiðingina.

Viljormur Davidsen heldur, at tað er møguleiki fyri einum góðum úrslitið móti Armenia.

– Seinasti dystur móti Armenina var ein góður dystur frá okkara síðu, og teir skoraðu í 92. minutti eftir horna. So vit hava okkurt at vísa á til hendan dystin, at vit skulu royna at spæla upp á sama máta. Tí gera vit tað, vita vit, at tað er møguleiki fyri einum góðum úrslitið.

Føroyar spæla móti Armenia í Jerevan hósdagin klokkan 17.00.

Lurta eftir allar samrøðuni við Viljorm Davidsen niðanfyri.