Viljormur visti ikki av at hann hevur flest minuttir á landsliðnum

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Hóast Viljormur Davidsen við 89 landsdystum hevur spælt seks landsdystir færri enn Jóan Símun Edmundsson og Fróði Benjaminsen, ið hava spælt 95 landsdystir hvør, so er Viljormur tann føroyski landsliðsleikarin, ið hevur spælt mest, tá talan er um minuttir á vøllinum fyri føroyska landsliðið. Tað vist Viljormur ikki av, tá Petur Asbjørn Lervig gjørdi samrøðu við hann aftaná 0-1 tapið fyri Kroatia. Viljormur hevur eisini eitt annað met. Hann er útlendski leikarin við flest dystum fyri Vejle, ið hann hevði sáttmála við millum 2013 og 2022. MYND: Sverri Egholm.