Villy Søvndal ger gjøldur burtur úr sær sjálvum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– The ice is melting at the pøules.

Soleiðis segði táverandi formaðurin í danska SF, Villy Søvndal, til veðurlagsráðstevnuna í 2009 í Keypmannahavn, Cop15, og gjørdi hendan setningin um smeltandi pólar ódeyðiligan.

Nógv hevur verið skrivað um hendan setningin, og eisini hava nógv sokallað memes verið gjørd, har Villy Søvndal sigur hendan setningin á danglish.

Júst hesin setningur er nú vorðið hansara slagorð, nú Villy Søvndal stillar upp fyri SF til evropeiska tingið, har ein lítil broyting er gjørt í sitatinum, so tað ljóðar soleiðis: The ice is (stadig) melting at the pøules.

Í samrøðu við Politiken greiðir hann frá, hví hann hevur valt hetta slagorðið.

– Júst hesin setningur sigur, hvussu álvarsamar veðurlagsbroytingarnar eru, sigur hann við danska miðilin.

Her er eitt videobrot frá veðurlagsráðstevnuni í 2009, tá Villy Søvndal tosar “danglish”:

Soleiðis brúkar Villy Søvndal sitatið í hansara valvideo: