Í 10’arinum mánamorgunin verð 2 ymiskar ítróttarfreinar umboðaðar.
í tímanum millum kl 10-11 verða tað Allan Mørkøre og Teitur Joensen, sum saman við Agnari Prestá, viðgera landsliðsfótbólt – dystirnar hjá U21 og A-landsliðnum og hyggja fram til Føroyar – Albania.
Í seinna tímanum faraTeitur Joensen og Hallur Danielsen at tosa um landsliðshondbólt, við serligum atliti at HM-endaspælinum hjá U21-monnunum, ið byrjar týsdagin.
Vinn tvey atgonmerki til Føroyar – Albania
Við at senda SMS inn til 559999 er man við í kappingini um atgongumerki til landsdystin á Tórsvølli týskvøldið kl.19.45
Talan er um 2×2 atgongumerki, so tveir lurtarar vinna tvey atgongumerki
Send sms frá nú av og fram til kl 11.40 mánamorgunin við einari viðmerking ella tipping til dystin Føroyar – Albania
Vertur er Agnar Prestá