

Vinnudagurin er hátíðardagur hjá vinnuni
17.09.2025Vinnudagurin skal millum annað vera við til at skapa stoltleika í vinnuni og økja um virðingina fyri vinnuni hjá millum annað myndugleikum og vanliga borgaranum. Tað segði Bára Gunnarsdóttir, ráðgevi í Vinnuhúsinum, í tíðindunum á middegi. Fríggjadagin verður Vinnudagurin hildin fyri 25. ferð. Tað verður í Norðurlandahúsinum og aftur í ár er undirtøkan góð. Hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Báru Gunnarsdóttir.
