Vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2025

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur kunngjørt, at 6.500 tons av svartkjafti eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir í 2025. Kvotan kann fiskast í føroyskum, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Tey, ið ætla at fremja royndir, skulu senda umsókn til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið áðrenn klokkan 12.00 fríggjadagin 31. januar 2025. Umsóknir skulu lýsa endamál, tíðar- og kostnaðarætlan, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap og leiðir.

Serligur dentur verður lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum. Upplýsast skal, hvussu fiskurin verður goymdur umborð og virkaður í landi. Verður fiskað til matna og ídnað á sama túri, er fyrimunur, at fiskifarið hevur egna kvotu til ídnað eisini.