Tað gongur avbera væl við søluni til Vinnumessuna 2025, sum verður í høllini við Tjarnir í oktober.
Bara tvær vikur eru farnar, síðan messan varð kunngjørd, og longu eru meira enn 70% av básunum umbidnir.
Adam Andreasen fyriskipari av vinnumessuni, váttar fyri FM1, at móttøkan hevur verið framúr góð
“Eg eri næstan málleysur yvir, hvussu væl messan er móttikin. Vit høvdu væntað góða undirtøku, men hetta gekk yvir allar forvantningar . Um gongdin heldur fram, verður messan helst útseld longu í næstu viku” sigur Adam Andreasen.
Vinnumessan samlar fyritøkur úr øllum vinnugreinum og gevur bæði gestum og luttakarum møguleika at netverka, finna nýggjar samstarvsfelagar og vísa fram nýggjar vørur og tænastur.
Fyri fyritøkur, ið enn ikki hava tryggjað sær bás, er nú seinasta løtan at gera av, áðrenn alt verður útselt, sigur fyriskiparin, Adam Andreasen við FM1
Vinnumessan 2025 verður hildin við Tjarnir 3. og 4.oktober og longu nú sær tað út til at gerast ein av størstu vinnutiltøkunum í Føroyum í 2025