

Vinnuvarpið – Fast Track: Broytið arbeiðsloyvini upp í 2 ár
18.03.2026Trettanhundrað starvsfólk fáa løn hjá Bakkafrost um mánaðin – bara í Føroyum. 129 av hesum starvsfólkunum eru útlendingar, og tað eru umleið 10 prosent av samlaðu arbeiðsmegini hjá felagnum í Føroyum. Ein stórur partur av teimum koma úr triðjalondum, og meginparturin av teimum, sum koma úr triðjalondum, koma av Filipsoyggjum. Umleið 100 eru komin ígjøgnum Fast Track-skipanina.
















