

Vinnuvarpið – Fleiri ferðafólk, sum koma til Føroya, søkja um arbeiðsloyvi her
25.02.2026Fleiri ferðafólk, sum koma til Føroya, søkja um arbeiðsloyvi her Í hesi fjórðu sendingini bleiv tosað við Sólvu Dam, deildarleiðara á Útlendingastovuni, og við Kristinu Ellendersen, løgfrøðing á Útlendingastovuna. Tær greddu frá Fast Track og Evropaskipanini, sæð frá teirra síðu. Tær søgdu m.a., at fleiri útlendingar í føroysku vinnuni eru komin higar sum ferðafólk. Vit tosaðu eisini við Áka Vang Poulsen, marknaðar- og handilsstjóra hjá Magn. Har hava tey nýtt Fast Track-skipanina nógv, og eru sera fegin um at fáa útlendska arbeiðsmegi ígjøgnum hesa skipan. Grækaris Djurhuus Magnussen legði sendingina til rættis.







