Nógvur makrelur verður í hesum døgum landaður í Føroyum, serliga til tey stóru frystivirkini á Tvøroyri, í Fuglafirði og í Kollafirði. Eisini verður nakað landað til tey smærru uppsjóvarvirkini í Vestmanna og Miðvági.
“Hetta er góður makrelur úr bretskum sjógvi og prísurin á honum er eisini høgur,” viðmerkti Bogi Johannesen, søluleiðari á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. “Vit hava arbeitt makrel síðan 10. januar og rokna við at gera tað í nakrar fáar dagar afturat.”
Umframt skipini hjá Varðanum hava Ango og Vestmenningur landað á Tvøroyri. Eisini landa útlendsk skip har av og á.
Hjá Pelagos í Fuglafirði hevur somuleiðis verið arbeitt við makreli í seinastuni. Pelagos í Kollafirði hevur somuleiðis havt arbeiði í hesum døgum aftaná at hava ligið stilt í eina tíð.
Tey føroysku skipini hava tilsamans stívliga 24.000 tons av makreli at fiska í bretskum sjógvi. Roknast kann við at kvotan er uppfiskað innan teir komandi dagarnar.
“Vit rokna við at virka tilsamans 8.600 tons frá hesum fiskarínum,” legði Bogi Johannesen afturat. “Harav eru 3-4.000 tons eftir fyri okkara viðkomandi.”
Aftaná at hava fiskað makrel í bretskum sjógvi fara uppsjóvarskipini at fiska svartkjaft.
“Skipini hava so vítt eg veit ikki sæð nógv til svartkjaftin enn, men okkurt hevur verið at sæð, og tað var góð stødd. Og kvotan er jú stór, so har eru høgar nøgdir.”
Er støddin á svartkjaftinum yvir 23cm og vigar hann yvir 100g, so loysir tað at virka hann til matnað á Tvøroyri.
“Fáa vit svartkjaft í rættari dygd, tað vil siga at fiskurin hevur nóg mikið av vekt og stødd, so kunnu vit heilfrysta hann og útflyta til marknaðir eystanfyri,” segði Bogi Johannesen. “Tað sum ikki heldur mátið fer so ístaðin í súrløgu og verður sent til norskt virki ið framleiðir djórafóður.”