Eftir heystfrítíðina byrjar eitt nýtt frítíðartilboð á Glasi fyri børn í 4. til 6. flokki. Talan er um ein vísindaklubba í evnafrøði, sum verður eina ferð um vikuna í sjey vikur.
Klubbin er eitt samstarv millum Glasir og Videnskabsklubben í Danmark, sum hevur nøkur ár á baki sum frítíðarítriv hjá donskum børnum.
Endamálið er at fremja áhuga og forstáilsi fyri náttúruvísund hjá børnum og ungum við stuttligum og samansjóðandi aktivitetum.
Í ár verður evnafrøði á skránni, men vónin er at hava onnur náttúrufak komandi ár, til dømis alisfrøði, lívfrøði ella landafrøði.
Pláss er fyri 12 børnum, og tilmelding fer fram umvegis Videnskabsklubben. Leinkið kemur á glasir.fo seinni í august.
Fýra miðnámsnæmingar á Glasi verða undirvísarar. Teir eru Tóri Zachariasen, Silja Heinesen, Sigvaldur Bláberg og Lucia Sødergren.
Hesi fara í næstum á skeið hjá Videnskabsklubben fyri at førleikamenna seg til at leiða vísindaklubban í evnafrøði á Glasi.