Visit Tórshavn hevur fingið ein nýggjan leiðara. Talan er um Tordis K. á Rógvi Biskopstø, ið áður hevur starvast sum menningarleiðari í Visit Vágar í umleið trý ár.
Tordis er 36 ára gomul og ættað úr Vestmanna. Hon hevur útbúgving innan ferðavinnu, og hevur eisini drúgvar royndir á økinum.
Tordis skal standa fyri at menna og skipa ferðavinnuna í Havn saman við manningini á kunningarstovuni í gamla bankabygninginum í miðbýnum í Havn.