Eftirspurningurin eftir elorku heldur fram at vaksa. Fyrra hálvár øktist hann við 7 prosentum, skrivar Sev.
Framleiðslan í hesum tíðarskeiði var 249 GWt. Seinastu 12 mánaðirnar eru framleiddir 497 GWt, og árstalið kann koma nær 500 GWt. Til samanberingar var ársframleiðslan í 2005 bert 245 GWt.
Elorkan fyrra hálvár var býtt soleiðis: olja 48 prosent, vindorka 30 prosent, vatnorka 21 prosent, og sól, biogass og sjóvarfall íalt góð 1 prosent.
Vindorkan setti met, við 74,5 GWt. Mest varð framleitt á Gellingarkletti við 37 GWt, Flatnahaga 19,1 GWt og Porkeri 7,9 GWt.
Vatnorka minkaði, orsakað av umvælingum á Strond og í Botni. Framleiðslan kom upp á 52,5 GWt samanborið við 58,5 GWt í fjør.
Verkið í Botni verður dagført við nýggjum turbinum, sum tryggja raksturin í 50-60 ár afturat.
Olja hevur aftur fingið stóran týdning. Higartil í ár eru framleiddir 119,5 GWt við olju – ein øking upp á 23 prosentstig.
Sólorkuframleiðslan í meginøkinum kom upp á 245 MWt, og sólorkuframleiðsla kann gerast eitt gott ískoyti, sigur Heri Mortensen hjá Sev.
Í meginøkinum var elorkan 100 prosent burðardygg í 7,4 samdøgur. Í Suðuroy í heili 41 samdøgur.