Vit innflyta fyri hálva milliard minni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Innflutningurin til Føroya minkaði við 532 milliónum krónum í tíðarskeiðnum frá juli 2024 til juni 2025. Tað skrivar Hagstova Føroya

Tilsamans varð innflutt fyri 10,5 milliardir krónur. Tað svarar til ein minking á 4,8 prosent samanborið við undanfarna ár.

Størsta minkingin var í bólkinum “maskinur, motorar, skip og akfør”, har innflutningurin minkaði við góðum 17 prosentum.

Skipini standa fyri 382 milliónir krónur av hesi minking, og akførini fyri 63 milliónir.

Innflutningurin av brennievni og oljum minkaði eisini við 146 milliónum krónum. Hetta kemst bæði av lægri prísum og minni nøgd.

Hinvegin varð innflutt nógv meira av lýsi. Sambært Hagstovuni varð innflutt fyri nærum 140 milliónir krónur av “djóra- og plantuoljum”.

Vit síggja eisini broytingar í landafrøðiliga upprunanum.

Innflutningurin úr ES minkaði við 13,6 prosentum, meðan innflutningurin úr Evropa annars vaks við 31 prosentum.

Hetta kemst millum annað av, at oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum.

Innflutningurin úr Norðuramerika minkaði við 21 prosentum, serliga av minni heilivági og tekniskum tólum úr USA.

Í nøgd varð innflutt 104 túsund tons meira av tøðum og mineralum, mest sandi og skervi til betong.