Vit keypa færri bilar í ár, enn vit gjørdu í fjør.
Eisini í juli vórðu færri bilar skrásettir í Føroyum, enn í sama tíðarskeið í fjør.
Samlað vórðu tað skrásett 125 akfør í juli í ár, meðan tað vórðu 137 akfør skrásett í juli í fjør.
Tað vísa nýggjastu tølini frá Akstovuni.
Tað eru serliga persónbilarnir, vøruvognarnir og prutlini, ið eru færri í ár.
Taka vit alt tíðarskeiðið í ár – í mun til sama tíðarskeið í fjør, so eru 90 persónbilar færri skrásettir í tíðarskeiðnum frá januar til juli í ár, enn tað vóru sama tíðarskeið í 2022, vøruvognarnir eru 27 færri í talið og so eru 22 færri prutl skrásett higartil í ár – í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Fleiri keypa sær elbilar
Í juli vórðu 31 elpersónbilar skrásettir. Hetta er 38.3 prosent av øllum nýggjum skrásetingum fyri í juli.
Verður hugt eftir gongdini higartil í ár, so eru higartil gott ov væl 20 prosent av nýggju skrásettu akførunum elpersónbilar, siga hagtølini frá Akstovuni.