Vit nærkast spakuliga 55.000 fólkum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fólkatalið í Føroyum 1. apríl var 54.845. Hetta er ein vøkstur upp á 311 fólk, svarandi til 0,6 prosent samanborið við sama dag í fjør. Vøksturin er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá ið vøksturin var 0,7 prosent.

Fólkavøksturin, sum tók dyk á seg í 2014, var hægstur í 2019, tá fólkatalið vaks við 1,8 prosentum. Nú er vøksturin minkaður niður í ein triðing.

Seinasta árið var burðaravlopið 149, meðan nettoflytingin var 162 fólk. Tølini vísa, at burðaravlopið er óbroytt.

Nettoflytingin er minkað, samanborið við onnur ár, tí færri fluttu til, hóast fráflytingin eisini minkaði.

Burðaravlopið svarar til 2,7 fødd børn fyri hvørji 1.000 fólk, og nettoflytingin er 3,0 fólk fyri hvørji 1.000 fólk.

Í kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, á Strondum, Á Toftum, á Argjum og í Skálavík. Vágs-, Tvøroyrar- og Viðareiðis kommunur upplivdu størsta fólkaminking.

Trendtøl vísa, at fráflytingin minkar, meðan tilflytingin stabiliserast. Føðitalið, sum hevur verið minkandi síðan 2020, vísir nú á vøkstur, meðan deyðatalið er støðugt.