,

Vitja Nólsoy og Koltur á Oyggjadegnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Oyggjadagurin 2025 verður leygardagin 14. juni. Í ár er Oyggjadagurin í Nólsoy og Koltri, og Tórshavnar kommunu bjóðar áhugaverdar túrar við ferðaleiðara í báðum oyggjunum.

Heili fýra túrar verða gjørdir út í Koltur. Ein gongutúrur verður niðan á oyggj og hin er í bygdarlagnum, har til ber at vitja innar í savnshúsunum Uppi í Búð og Heimi í Hús. Tað er tískil okkurt til bæði væl og minni væl gongd.

Í Nólsoy verða tveir túrar afturat rundsýningini í nýggja Ovasavninum. Ein gongutúrur suður í Dalar og ein barnavinaligur túrur, har farið verið í Korndalar til Prinsessutoftirnar og Uppi í skip. Ein sjórænari fer at siga frá á barnavinaliga túrinum. Siglt verður út til Nólsoyar og aftur við søguligu sluppini Westward Ho.

Oyggjadagurin hevur verið hildin síðan 2015, men okkurt ár hevur hann verið av ongum orsakað av veðri ella koronu. Um veðrið ikki er til vildar, verða túrarnir avlýstir og peningurin endurgoldin.