Vøksturin í starvsfólkatalinum minkar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í desembur 2024 vóru 30.250 starvsfólk í Føroyum, ein vøkstur upp á 0,3 prosent samanborið við desembur árið fyri. Hetta er ein lakari vøkstur samanborið við undanfarnu árini. Vøksturin stavar serliga frá fleiri monnum í arbeiði, meðan talið av kvinnum er óbroytt.

Samvirkin talva frá Hagstovu Føroya

Í desembur vóru um 15.500 menn og næstan 14.750 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Menninir vóru næstan hundrað fleiri, sum svarar til ein vøkstur upp á 0,6 prosent.

Flestu starvsfólk komu afturat almennu vinnugreinunum Almenn fyristing og verja og Heilsu- og almannaverk, meðan framleiðsluvinnan hevði størstu minkingina av starvsfólkum. Í framleiðsluvinnuni vóru starvsfólkini góð 160 ella 4,8 prosent færri í desember í mun til árið fyri.

Kvinnur, sum arbeiða undir almennum ræði, verða fleiri, meðan tær undir privatum ræði hava havt eina minkandi gongd seinastu tvey árini. Hjá monnum er myndin øðrvísi, tríggir av fýra monnum arbeiða undir privatum ræði.

Vøksturin í talinum av starvsfólkum uttan føroyskt bústaðartilknýti er farið úr 110 niður í 20, og talið av hjástørvum er minkað við 20 prosentum samanborið við árið fyri.