Vøksturin í starvsfólkatalinum viknar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í mai vóru 29.930 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 37 fleiri enn sama mánað í fjør, sum er ein vøkstur á 0,1 prosent. Men hóast talið veksur, er gongdin farin at vikna.

Vøksturin stavar serliga frá fleiri monnum í starvi, meðan talið av kvinnum er lítið eitt minkað, serliga hjá privatum arbeiðsgevarum. Har vóru 66 kvinnur færri enn í mai í fjør. Hinvegin vóru fleiri bæði kvinnur og menn sett í starv í almenna geiranum.

Mesti vøkstur er innan fiskiveiðu, serliga botnfiskiveiðu, sum vaks við 15 prosentum, og í røktararbeiði á bústovnum, sum vaks við 3,3 prosentum – tað svarar til 99 nýggj starvsfólk.

Størsta minking var í gisting- og matstovuvinnuni, har knapt 70 starvsfólk fóru úr starvi – eitt fall á 6,2 prosent.