Voxbotn 2024 spældi væl av

Skrivað

FM1

Dagfesting

Voxbotn er nú av, og nógv fólk hava veri í býnum í nátt.

Samarittarnir og løgreglan boða frá at tað ikki var nógv at gera í sambandi við Voxbotn í ár, og at tað sum heild spældi væl av.

Nógvir vaktir vóru á Voxbotn, og hevur hetta helst havt eina ávirkan á friðin á festivalinum. Eisini vóru politifólk í sivilklæðum á økinum, men av tí at nokk av trygdarfólkið vóru, var ikki nógv at gera hjá teimum.

Løgreglan fekk bert eina fráboðan um ein gest á Voxbotni ið ikki virdi boðunum frá vaktum, og varð tískil førdur út av festivaløkinum av politiinum.

Nógv rós varð eisini givið til Samarittarnir.

– Teir gera eitt megnar arbeiði, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.