,

Vunnu eisini tvíkvinnuleikin og sostatt allar fimm finalurnar í Badminton

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað er nú greitt, at føroysku badmintonleikararnir vinna allar finalurnar í dag og harvið fimm gullmerki.

Í tvíkvinnuleikinum vunnu Miriam í Grótinum og Bjarnhild í Buð Justinussen í tveimum settum sannførandi móti Isle of Man. Settúrslitini vóru 12-21 og 6-21.

Um ein løtu fer finalan í blandaðum tvíleiki í gongd, og har er longu greitt, at Føroyar vinna gull, tí bæði liðni í finaluni er føroysk.

Rúni Øster og Miriam í Grótinum spæla móti Magnus Dal-Christiansen og Sannu Thorkildshøj. Rúni Øster og Miriam í Grótinum hava bæði møguleikan at vinna sítt triðja gull merki í dag í dagsins seinastu finalu.

Fyrr í dag hava Rúni Øster og Miriam í Grótinum vunnið gull hjá ávikavist monnum og kvinnum, og Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen vunnu tvímansleikin við monnum.