Nýríka Newcastle tók í dag ímóti sigursvanda Liverpool. Fyrrverandi Everton-leikarin, Anthony Gordon, legði Newcastle á odda 1-0 í 25. minutti. Sami Gordon, sum varð leysgivin av júst Liverpool, tá hann var bert 11-ára gamalur.
Stutt eftir varð steinur lagdur oman á byrðu, tá liðskiparin hjá Liverpool, Virgil van Dijk, fekk reyða kortið. Nú var av álvara mótbrekka hjá Liverpool.
Men vónin hjá Liverpool kveiktist í 81. minutti, tá Darwin Núñez javnaði, hóast Teir reyðu bert vóru 10 ímóti 11.
Í yvirtíðini skoraði sami Darwin Núñez sigursmálið og Liverpool er aftur við í stríðnum, meðan Newcastle framvegis hevur eitt stig ella tvey eftir, áðrenn teir kunnu rópa seg sum enskt oddalið.