Washington Post: Prigozhin roynir at gera avtalur við Ukraina

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Amerikanska blaðið Washington Post vil vera við, at leiðarin fyri Wagner-leigusveinarnar, Yevgenij Prigozhin, skal hava boðið ukrainsku verjuni fregnartilfar um russisku herdeildirnar í Ukraina í býti fyri at ukrainsku herdeildirnar skuldu taka seg úr býnum Bakhmut.

Washington Post sigur, at søgan byggir á likið fregnartilfar frá amerikanskum fregnartænastum, men hvørki amerikanskir ella russiskir myndugleikar vilja vátta tíðindini.

Sambært Washington Post bjóðaði Prigozhin ukrainsku fregnartænastuni at fortelja teimum, hvar russiski herurin hevði sínar deildir í Ukraina. Afturfyri skuldi Ukraina taka sínar menn burtur úr Bakhmut, har Wagner-leiguherurin hevur verið fyri ovurstórum tapum seinastu mánaðirnar.

Washington Post skrivar eisini, at ukrainska fregnartænastan takkaði nei til tilboðið, sum varð mett at vera óálítandi.

Volodymyr Zelensky, forseti í Ukraina, vil ikki gera viðmerkingar til fregnarviðurskifti yvirhøvur, men sambært Washington Post hevur Prigozhin í fleiri umførum prátað við ukrainsku fregnartænastuna í telefon, umframt at hann hevur hitst við umboðum fyri fregnartænastuna í einum afrikanskum landi.

Hóast Prigozhin og Wagner styrkirnar í byrjani av innrásini í Ukraina hava verið mett at vera týdningarmiklir samstarvspartnarar hjá Vladimir Putin, forseta, eru viðurskiftini teirra millum í seinastuni súrnað, og Prigozhin hevur alment hartað Putin fyri ikki at veita Wagner deildunum tað tilfar, ið deildirnar hava tørv á.

Eisini hevur Prigozhin í fleiri umførum gjørt greitt, at leiðslan fyri russiska herin er ikki álítlandi.

Í seinastuni hevur Prigozhin alment gjørt greitt, at russiska leiðslan fortelur ikki sannleikan um kríggstøðuna í Ukraina, og at russiski herurin hevur verið noyddur at flýggja úr Bakhmut. Russiski herurin hevur hinvegin greitt frá, at talan hevur verið um eina taktiska umrokering av deildunum.