West Ham hevur sloppið sær av við venjaran, Julen Lopetegui, eftir eina sera skuffandi fyrru hálvu av kappingarárinum Julen Lopetegui tók yvir eftir David Moyes í summar, men hevur ikki klárað at fingið nóg góð úrslti.
Graham Potter er favorittur at taka yvir sum nýggjur venjari hjá West Ham. Sambært David Ornstein, ein kendur fótbóltstíðindamaður hjá The Athletic, hevur Graham Potter longu gjørt avtalu við West Ham um at taka yvir.
West Ham brúkti nógvar pengar uppá at styrkja hópin hjá Julen Lopetegui, men liðið hevur higartil vunnið seks dystir, spælt javnt fimm ferðir og tapt níggju dystir. West Ham er á 14. plássi í Premier League.