Vinstri bakkur hjá føroyameistarunum úr Kyhndli, William Skovsager, heldur fram í felagnum tvey ár afturat.
William Skovsager var farna kappingarár nummar tvey á toppskjúttaralistanum við 174 málum, bara aftanfyri liðfelagan Tobias Thiesen, sum skoraði 182.
Kyndil skrivar soleiðis á Facebook:
– Vit eru sera fegin um, at William heldur áfram hjá okkum komandi kappingarár. William er ein sera góður styrkur fyri liðið og gevur nógv til felagið.
William Skovsager skal eisini venja 1. deild menn og hjálparvenjari hjá D18 í Kyndli